Mentan

Bachelorar x 4 í tónleiki

Ernst D. Remmel, Aksel D. Remmel, Andrias Blaasvær og Helena Joensen gjørdust øll bachelorar í tónleiki 7. juni - øll fýra við toppkarakterum

Frá vinstru: Aksel D. Remmel, Andrias Blaasvær, Helena Joensen og Ernst D. Remmel

Frá vinstru: Aksel D. Remmel, Andrias Blaasvær, Helena Joensen og Ernst D. Remmel

2022-06-10 21:55 Author image
Tekstur og Myndir: Birgit Remmel
placeholder

Tann 7. juni 2022 blivu Føroyar fýra ungar og glaðar bachelorar í tónleiki ríkari - og øll fýra endaðu við megnaravrikum og øll fýra við toppkarakterum. Talan er um tey fýra Aksel D. Remmel, Andrias Blaasvær, Helena Joensen og Ernst D. Remmel.

Vit føroyingar eru errin av okkara stórslignu náttúru og av nógvum flottum ítróttaravrikum, men minst eins sjáldsamt er, at okkara lítla oyggjaland megnar at fostra so nógvar og so dugnarligar tónleikarar.

Í mun til okkara fólkatal munnu vit hava “heimsmet” í tali av ungum, sum lesa tónleik ymsastaðni í heiminum: Eini 19 ung tónleikarlesandi runt umkring. Umsett til donsk viðurskifti vildi hetta svarað til, at 1.900 ung donsk lósu tónleik. Talið liggur faktiskt á hædd við tónleikalandið Týskland, har talið av lesandi er 33.000, men stórur partur av hesum eru ikki týskarar, men útlendingar.

Bachelor próvtøkan í tónleiki er ein konsert: Øll fýra skuldu spæla eina heila konsert solistiskt, sum skuldi vara í umleið trý korter. Hetta er leingi at vera á palli einsamallur, og fysiskt og mentalt sera krevjandi, eisini tí at teir ungu tónleikararnir spældu stórt sæð alt uttanat. Fyri at nýta eina mynd úr ítrótti svarar hetta til eitt dansi-maraton, og tey ungu vóru eisini pøst, glað og lættað aftan á sítt avrik.

Konsertirnar skuldu fevna um ávikavist fýra musikkstykki frá ymiskum komponistum og tíðum (trompet) ella um eini trý-fýra solostykki og enda við einum stykki av kamartónleiki saman við øðrum tónleikarum (violin og klaver).

Andrias Blaasvær spældi ikki einans sína egnu bachelorkonsert, men megnaði harumframt eisini at akkompagnera bæði Helenu og Aksel á violin til kamarmusikkstykkini – enntá á sama degi beint eftir hvørt annað! 

Ernst varð akkompagneraður á klaveri av russisku Mariu Eshpai trý av teim fýra stykkjum, hann framførdi: “2ème Solo de Concours” eftir Théo Charlier, “Sonata í D G.1” eftir Giuseppe Torelli og “Share My Yoke” eftir Joy Webb. Herumframt spældi hann, uttan akkompagnement, tað villa modernaða verkið “Kryl” eftir Robert Erickson (1977-). 

Andrias spældi orgulfuguna, umskrivaða til violin, “Fugu í g-mol BWV 542” eftir J. S. Bach,
“Sonatu fyri violin og klaver op. 12 nr.1”, fyrsta sats eftir Beethoven og “Violinkonsert í d-mol op. 47”, fyrsta sats eftir Sibelius. Kamertónleikastykkið “Klavertrio no. 2”, triðja og fjórða sats eftir Shostakovich spældi Andrias saman við Helenu Joensen, klaver, og pólska Jan Kozanecki, cello. 

Helena spældi “Andante Favori WoO 57” eftir Beethoven, “Isoldens Liebestod” eftir Wagner (arr. av Liszt), ”Intermezzi Op. 117” eftir Brahms og “Basso Ostinato” eftir Rodion Shchedrin. Hon endaði við “Klavertrio nr.2”, triðja og fjórða sats Op. 67 eftir Dmitri Shostakovich (1944) saman við Andriasi Blaasvær, violin, og pólska Jan Kozanecki, cello. 

Aksel spældi verkið “Wandererfantasie” eftir Schubert, “Reflets dans l´eau” eftir Debussy og
“Scherzo op. 31 no.2” eftir Chopin. Akselsa kamartónleikarstykki var “Horn Trio, Op. 40”, annar satsur eftir Johannes Brahms (1865) saman við Andriasi Blaasvær, violin, og íslendska Erling Róbert Eydal, horn.

[object Object]
Á myndini síggjast tey fýra Aksel, Helena, Ernst (sitandi) og Andrias saman við Jan og Róbert (standandi)

Ernst Dánjalsson Remmel hevur studerað trompet hjá Kristian Steenstrup á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus, herav eitt ár hjá Reinhold Friedrich á Hochschule für Musik í Karlsruhe (Týsklandi); á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn hava hini trý studerað: Andrias Blaasvær violin hjá Elisabeth Zeuthen Schneider, Helena Joensen hjá Emil Gryesten Jensen og Aksel Dánjalsson Remmel klaver hjá Jens Elvekjær.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder