Innanlands

Bað fólk um at lata pening: Hara Krishna-munkur sendur av landinum

Fyrr í vikuni gekk hann í havnargøtum og bað fólk um at lata peningagávu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-07 19:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í vikuni handtók løgreglan ein útlending, sum gekk í havnargøtum og bað fólk um at lata pening til eitt átrúnaðarligt endamál. Afturfyri fingu tey eina bók frá manninum, sum seinastu árini hevur virkað sum Hara Krishna-munkur í ymiskum londum.

Tað veit Kringvarpið í dag.

Útvarpið tosaði við munkin áðrenn hann skuldi møta á løgreglustøðini í gjár klokkan 13. Seinni á degnum varð hann útvístur.

Tað er danska útlendingastýrið, sum ger av, um ein útlendskur ríkisborgari sum hevur brotið lógina, skal útvísast ella hvussu langt innfarðarbann, hann fær, sigur Heri Andreassen á kanningardeildini hjá løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder