Uttanlands

Bæði russar og ukrainar boða frá álopum í nátt

Í Kyiv hava trý fólk latið lív, og í minsta lagi 31 fólk eru særd

Hesin bygningurin varð m.a. raktur í álopinum á Kyiv í nátt (Mynd: Reuters)

Hesin bygningurin varð m.a. raktur í álopinum á Kyiv í nátt (Mynd: Reuters)

2025-10-26 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur aftur framt loftálop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í nátt, og sambært borgarstjóranum í býnum, Vitalij Klytjko vórðu trý fólk dripin og 31 særd í álopinum.

Enn er ikki greitt, hvussu stóran skaða álopini hava elvt til, men m.a. er boðað frá, at tveir íbúðabygningar hava fingið skaða. 

Ukrainski herurin sigur, sambært Reuters, at Russland hevur sent tilsamans 101 dronur yvir Ukraina, harav 90 vórðu skotnar niður.

Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj hevur Russland sent nærum 1.200 dronur, fleiri enn 1.300 bumbur og yvir 50 rakettir yvir Ukraina seinastu sjey dagarnar.

Russar hava ikki viðmerkt álopið á Kyiv í nátt men boða sjálvir frá álopum á Russland.

Sergej Sobjanin, borgarstjóri í russiska høvuðsstaðnum Moskva boðar m.a. frá, at russiskar loftverjuskipanir í nátt hava skotið niður eina dronu, sum hevði kós móti Moskva.

Russiska verjumálaráðið sigur, at tilsamans 82 ukrainskar dronur vórðu skotnar niður í nátt. Ongar fráboðanir eru tó um skaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder