Uttanlands

Bæði Russland og Ukraina boða frá dronuálopum

Úr Russlandi verður boðað frá, at 90 ukrainskar dronur vórðu skotnar niður í nátt, meðan ukrainar siga, at 83 russiskar dronur vórðu skotnar niður

Bygningur í Kyiv, sum varð raktur í einum russiskum rakettálopi fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

Bygningur í Kyiv, sum varð raktur í einum russiskum rakettálopi fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

2025-02-17 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun boða bæði Russland og Ukraina frá dronuálopum í nátt.

Russiska verjumálaráðið sigur, at 90 ukrainskar dronur vórðu skotnar niður av russisku loftverjuni.

38 av dronunum vórðu skotnar niður yvir Azovhavið, og 24 vórðu skotnar niður yvir Krasnodar-landslutinum í sunnara parti av Russlandi. Restin av dronunum vórðu skotnar niður aðrastaðni, m.a. á Krim-hálvoynni.

Í Ukraina verður boðað frá, at 147 russiskar dronur vórðu sendar yvir Ukraina, harav 83 vórðu skotnar niður, meðan 59 ikki komu á mál. Tað framgongur ikki, hvat hendi við restini av dronunum.

Í høvuðsstaðnum Kyiv kyknaði eldur í einum ídnaðarbygningi, umframt at fýra privatir bústaðir fingu skaða. Ein maður fekk eisini skaða, upplýsir guvernørurin í økinum sambært Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder