Mentan

Bæði Tina og Kári eru við aftur í næstu viku

Men tey máttu bíða longst áðrenn víðari luttøkan varð tryggjað

Tina Mellemgaard (Mynd: TV2)

Tina Mellemgaard (Mynd: TV2)

2022-03-04 21:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða aftur tvey føroysk nøvn í X-factor komandi fríggjadag. Hyggjararnir tryggjaðu bæði Tinu Mellemgaard og Kára Fossdalsá víðari enn ein møguleika í kappingini.

Men har vóru nervar upp á spæl. Tí Tina var ikki ‘bjargað’ fyrr enn næstsíðst, og eftir stóð so Kári nervøsur og bíðaði, og fyrireikaði seg upp á enn einaferð at skula á pallin við einum ‘save me’-sangi.

Men hann slapp, tí seinasta navnið, sum verturin Sofie Linde rópti, var Kárasa.

Harvið vóru tað teir báðir dreingjabólkarnir, Wela & Garcia og Lorenzo & Charlo, sum komu í vanda. Martin Jensen, fekk aftur í kvøld æruna at gera av, hvør skuldi út í kvøld, og valið fall á Wela & Garcia.

Til sjálva kappingina í kvøld, var Tina Mellemgaard var tann fyrsta á pallinum. Í bláari buksudrakt hesaferð við nýggjum liti í lokkunum, sum vórðu savnaðir í hestahala.

Enn einaferð gav Tina eina sannførandi framførslu, hesaferð við “If I ain’t got You” hjá amerikansku soulsangarinnuni Alicia Keys.

- Vøkur byrjan. Nú ‘nailaði’ tað. Kundi ikki verið betur, segði Blackmann.

- Tú kemur at vera her leingi, segði Martin Jensen og hevði rós til  Kwamie Liv, mentorin hjá Tinu.

- Eg má viðganga, at eg sá ikki tað í Tinu, sum tú hevur sæð, segði hann við síðukvinnuna.

[object Object](Mynd: TV2)

Kári Fossdalsá var triði á pallinum og hann sang “Let her Go” hjá enska singer/songwritaranum Passenger.

Kári byrjaði sangin einsamallur við guittara og uttan yvirskeggið. Vakri sangurin varð síðan bygdur upp, og niðurlagið fekk týpiskt Martin Jensen electro-ljóð, sum liggur rættiliga langt frá upprunaútgávuni. Men dómararnir vóru nøgdir.

- Tú eigur ein søtleika og eina rødd, ið virka væl saman. Tú ert ein spælimaður, men hatta ljóðið hjá Martin Jensen riggaði her, segði Blackman.

- Við hesum sanginum megnaði Martin Jensen at vísa hvønn veg hann vil við tær. Hetta riggaði væl, segði Kwamie Liv. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder