2019-02-28 10:34
Á fundi í Hvalbiar bygdaráð mánakvøldið varð loyvi givið Bakkafrosti at ala a fjørðinum í Hvalba. Kommunan gevur eisini loyvi til, at Bakkafrost kann byggja landstøð á havnalagnum í Nesi.
Ein treyt fyri at byggja landstøð á havnalagnum í Nesi er tó, at tey ið hava bát liggjandi har, framvegis hava atgongd til økið.
Fær Bakkafrost tørv á størri øki, so verður hetta eisini játtað teimum, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, fyri Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald