Innanlands

Bakkafrost flutti 13 tons meira til enn úr Suðuroy

Tað tekur tíð at útbyggja alingina – tí verður ein støðgur á virkinum í Vági eisini í 2021

Vágur (Mynd: sudurras.fo)

Vágur (Mynd: sudurras.fo)

2020-01-14 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bakkafrost svarar nú aftur kritikkinum, sum hevur verið vendur móti fyritøkuni eftir at tað frættist, at starvsfólk á kryvjivirkinum í Vági eru uppsøgd, tí at framleiðslan verður niðurløgd í eina tíð.

Men hetta er ikki ætlanin í framtíðini, hóast roknað verður við ein støðg eisini í 2021. Bakkafrost skrivar millum annað soleiðis í aftursvarinum, sum kann lesast í fullari longd á lesarin.fo

- Bakkafrost raðfestir virksemið í Suðuroynni sera høgt. Vit hava tey síðstu árini gjørt útbyggingar í Suðuroy fyri fleiri 100 mió kr, og ætla komandi árini at byggja út fyri enn meira. Hetta fer at viðføra javnari virksemi og gera verandi størv meira støðug og harumframt skapa enn fleiri støðug arbeiðspláss í oynni. Vit mugu tó viðurkenna at tað tekur tíð at økja virksemið. Tað tekur 3 ár, frá tí at ein laksur verður klaktur, til hann er tøkubúgvin, tað tekur drúgva tíð at byggja nýggj virkir og alt skal hanga saman.

Í brævinum vísir Bakkafrost eisini aftur, at felagið flytir fisk av oynni til virkingar. Flutningurin gongur báðar vegir, og tað fer størri nøgd til Suðuroyar enn úr Suðuroy:

- Vegna veterineru umstøðurnar á alibrúkinum kann Heilsufrøðisliga Starvsstovan bæði koma við áleggingum og krøvum, sum viðføra at neyðugt er at taka laksin skjótt. Serliga um veturin tá veðrið er avbjóðandi, eru vit ofta í umstøðum, sum gera tað trupult at leggja til rættis. Hetta hevur í nevnda tíðarskeiði viðført, at Bakkafrost í árinum hevur flutt 1.353 tons av laksi frá alibrúkum í Suðuroy norður á Glyvrar at virka; men harafturat flutt 1.366 tons frá alibrúkunum í Funningsfirði og Fuglafirði til Suðuroyar, soleiðis at samanlagt eru 13,5 tons fleiri flutt til Suðuroyar enn úr Suðuroy.

Bakkafrost boðar eisini frá, at roknast kann við at virkið eisini fer at steingja eitt tíðarskeið komandi ár:

- Tá vit byrja arbeiðið aftur í Suðuroynni um nakrar mánaðir vóna vit, at fólkini aftur vilja koma at arbeiða hjá okkum. Tá verða tað so bæði laksurin úr Froðba og Hvalba, sum skal virkast, umframt at vit byrja virksemið á virkinum við at flyta somu nøgd suður sum vit hava flutt norður síðstu vikurnar. Men tað verður so aftur ein steðgur fyrra hálvár 2021, til fiskur aftur kann takast í Vági. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder