Innanlands

Bakkafrost javnsetur partaeigarar

Tey, ið ikki náddu at tekna partabrøv fáa nú møguleikan at keypa til undirkurs

(Savnsmynd: Sveinur Tróndarson)

(Savnsmynd: Sveinur Tróndarson)

2019-11-21 16:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bakkafrost gevur nú teimum partaeigarum sínum, sum áttu partabrøv í felagnum 26. september, høvi at tekna seg fyri nýggj partabrøv til kurs 500 norskar krónur fyri hvørt partabrævið.

25. september frættust tíðindini um, at Bakkafrost hevði keypt meirilutan í skotska alifelagnum Scottish Salmon Company.

Keypið varð fíggjað við nýggjum partabrøvum, og áhugin at keypa var ovurstórur.

Við tí nýtekningini hendi ein ”útvatning” av teimum verandi partabrøvunum, men fáa partaeigarar, sum ikki fingu lut í nýggju partabrøvunum høvi at bøta eitt sindur um hesa útvatning, boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi í dag.

Tilsamans eru upp til 1.000.000 nýggj partabrøv tøk at tekna. Partabrøvini hava eitt áljóðandi virði á eina danska krónu og eru skrásett á Oslo Børs undir eyðmerkingini (ticker code) „BAKKA“.

Les eisini: Bakkafrost keypir 68,6 prosent í The Scottish Salmon Company

Og: Bakkafrost eigur nú prosent í skotska SSC

Endamálið við tilboðnum er at tryggja, at eisini teir partaeigarar, ið ikki fingu høvi at tekna seg fyri nýggj partabrøv til kurs NOK 500 tann 25. september, nú fáa høvi at vera við. Sostatt verða allir partaeigarar í mest møguligan mun viðgjørdir eins og hava møguleika at minka um útvatningina av ognarluti sínum í Pf. Bakkafrost, skrivar felagið í tíðindaskrivi og heldur fram:

”Treytin fyri tekning er, at partaeigarin:

  • Átti partabrøv, tá ið keypskálin (Oslo Børs) stongdi 26. september 2019
  • Ikki fekk høvi at tekna partapening 25. september 2019
  • Er búsitandi í einum landi, sum loyvir tillutan av tekningarrætti til partabrøv sambært treytunum í prospektinum. Føroyar og hini Norðurlondini eru m.a. dømi um lond, ið lúka treytirnar.

Partaeigari, ið lýkur hesar treytir, fær tillutaðan rætt at tekna seg fyri og fáa tillutað nýggj partabrøv, svarandi til 2,85 prosent av samlaða ognarluti sínum, tá ið keypskálin (Oslo Børs) læt aftur 26. september 2019. Møguleiki er tó at tekna seg fyri eitt hægri tal av partabrøvum (yvirtekna seg). Tó fær eingin partaeigari tillutað meira enn 14,5 prosent av partabrøvunum, sum hann átti, tá ið keypskálin læt aftur 26. september 2019.

Høvi er at tekna partabrøv frá 21. november 2019 kl. 08:00 føroyska tíð og til og við 05. desember 2019 kl. 15:30 føroyska tíð.”

Síðan Scottish Salmon Company varð yvirtikið er partabrævið hjá Bakkafrost hækkað munandi. 25. september lá kursurin á 528 norskum krónum við dagslok, á middegi í dag var hann 592,50, men hevur verið heilt uppi á 630 fyri nøkrum døgum síðani.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder