placeholder
Innanlands

Bakkafrost tapti ímóti hummarafiskarum

Hummarafiskararnir sleppa at halda fram við virkseminum í Haraldsundi, hóast Bakkafrost hevur fingið loyvi at seta aliringar upp

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2019-06-27 13:35 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í dag kom niðurstøðan í trætuni ímillum Bakkafrost og brøðurnir, Sólarn og Marna Isaksen, sum fiska hummarar í Haraldssundi. Bakkafrost vildi hava Fútarættin at áleggja hummarafiskarunum at flyta steðga við at draga rúsur uttanfyri Skálatoftir, tí aliringar skuldu setast upp í økinum. Men Fútarætturin gav ikki Bakkafrost viðhald í málinum. 

Tað vil siga, at Sólarn og Marne Isaksen framvegis kunnu draga rúsur uttanfyri Skálatoftir, eins og teir hava gjørt í nógv ár. 

Les eisini: Gleðin kann gerast stokkut hjá hummarafiskarunum 

Málið byrjaði við, at Bakkafrost fekk loyvi at seta aliringar upp í einum øki í Haraldssundi. Sólarn Isaksen greiddi Portalinum frá mikudagin, at onki annað øki var eftir í Haraldssundi at fiska hummarar í, tí aliringar vóru allastaðni. 

- Eg verði ringdur upp og biðin um at flyta rúsurnar, men eg havi nokta at gera tað, greiddi Sólarn Isaksen tá frá. Hann segði eisini, at onki annað øki í Haraldssundi var eftir, sum var egnað til at royna eftir hummara, tí teir longu høvdu flutt seg nógv undan Bakkafrost. 

- Um vit ikki sleppa at draga uttanfyri Skálatoftir, so gevast vit, tí so er onki eftir, segði hummarafiskarin eisini. 

Men eftir øllum at døma, verður hann ikki noyddur at gevast fyribils, tí Fútarætturin ikki hevur álagt honum at steðga. 

Les eisini: Hummarafiskarar føla seg troðkaðar vekk av Bakkafrost

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder