2023-02-06 16:28

Týsdagin 7. februar letur Bakkastovan upp.
Bakkastovan er niðari endi av Hotel Bakkanum, sum vendir oman ímóti sjónum við hugnaliga útsýninum vestur eftir fjørðinum og vestur á Eiði.
Í Bakkastovuni verður kafé týsdag til fríggjadag frá kl. 11-17 við smárættum, køkum, smoothies og øðrum góðum. Eisini verða hugnatiltøk um vikuskiftini um kvøldarnar, sum verða lýst so hvørt. Boblandi fríggjadagur, tónleikakvøld og temakvøld fyri at nevna nøkur hugnatiltøk, sum verða á skránni.
Bakkin Steakhouse, matstovan á Hotel Bakkanum, hevur opið hósdag-leygardag frá kl. 18-22 (køkurin steingir kl. 21) og sunnudag við sunnudagsdøgurða frá kl. 14-18.
Hotel Bakkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald