Innanlands

Bakkhús latið upp aftur

Handilin við Bakkhús í Hvalba latin upp aftur í nýggjum hami

Mynd: Hvalbiar kommuna

Mynd: Hvalbiar kommuna

2019-03-01 18:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Gjáramorgun lat handilin við Bakkhús í Hvalba upp aftur í nýggjum hami.

Tað var í 1987, at Kirstin og Mambjørn Holm tóku yvir handilin við Bakkhús. Í fjør yvitóku tey grannahúsini og tóku tey niður, fyri at bøta um, umstøðurnar í handlinum.

Fyri umleið einum mánaða síðani lat handilin aftur og gjørdar eru stórar ábøtur. Nú handilin lat upp aftur í gjár, eru hølini væl størri og goymslurúmini eru eisini vorin munandi størri.

Bakkhús er einasti handil, sum eftir er í Hvalba og tí hava fólk veruliga merkt hvat tað vil siga, ongan handil at hava í bygdini. Tí er tað til stóra frøði hjá bygdarfólkunum at Bakkhús lat upp aftur í gjár, skrivar Hvalbiar kommuna.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder