Sundmagin á fiski er ein bløðra, sum liggur inni í búkholuni uppi undir rygginum. Talan er um eitt slag av ballón, sum fiskurin brúkar til at regulera hæddina í sjónum.
Sundmagin kann etast, serliga um hann verður turkaður, og serveraður sum kips. Tað hava kokkarnir á eitt nú stjørnugyltu matstovuni Koks funnið út av.
Nú Magnus Heinason, rannsóknarskipið hjá Havstovuni, kom inn við heilt fitt av bankatoski, hevur Koks tryggja sær sundmagarnar á toskunum.
Orsøkin til at sundmagin á serliga bankatoski er, at hesin er hvítur á liti og ikki svartur, sum á vanligum toski.
Bankatoskurin er nevniliga øðrvísi frá toskinum á landgrunninum á mongum økjum. Hann veksur skjótari, og sagt verður, at smakkurin er nógv betri eisini. Toskurin er ljósari á liti, og serliga, tá fiskurin verður opaður. Hinnan innan í búkholuni og harvið eisini sundmagin er hvít, og ikki svørt, sum á toski vanliga.
(Mynd: Johan Mortensen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald