Innanlands

BankNordik eggjar til at skifta til el-bilar

Bankin veitir lagalig lán og ókeypis løðingar til ravmagnsbilar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-18 14:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

BankNordik er sum fyrsti føroyski peningastovnur farin undir at veita viðskiftafólkum sínum lán til elbil við serliga lagaligari rentu. Bankin boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at umframt nýggju fíggingarmøguleikarnar fer bankin eisini at seta upp løðingarstøðir við allar bankadeildirnar, har tað verður ókeypis at løða bilin.

Fleiri politisk stig eru tikin til at eggja fólki til at velja ravmagnsriknan bil, tá núverandi diesel- ella bensinrikni bilurin skal skiftast út. Í dag skulu elbileigarar hvørki rinda skrásetingargjald, meirvirðisgjald ella vegskatt. Við nýggja el-billáninum fáa bileigarar uppaftur ein fíggjarligan fyrimun, skrivar bankin í tíðindaskrivi.

- Alsamt fleiri føroyingar keypa sær elbil, og við nýggja elbilláninum vilja vit styðja undir jaligu gongdina og geva okkara íkast til, at elbilar gerast ein skilagóð íløga fyri bæði umhvørvið og pengapungin. Vit hava í fleiri ár veitt orkulán við lagaligari rentu til orkusparandi ábøtur á bústaðin, og nú fer tað so eisini at loysa seg at velja umhvørvisvinarligu loysnina, tá ið bilurin skal veljast. Allar deildir okkara kring landið fáa harumframt løðingarstøðir, og á tann hátt kunnu vit vera við til at gera tað eitt sindur lættari hjá okkara viðskiftafólkum at hava elbil, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Eftir ætlan verða løðingarstøðirnar settar upp uttan fyri deildirnar hjá BankNordik í næstum, og bankin hevur sett seg í samband við Klaksvíkar kommunu til tess at kanna møguleikarnar fyri at seta eina løðingarstøð upp við Biskupstorgið, tá ið bankin flytur í nýggju hølini í miðbýnum. So hvørt sum bilarnir hjá BankNordik-samtakinum skulu skiftast út, fer bankin eisini at leggja dent á at velja elbilar.

Nýggja elbillánið verður 0,5 prosentstig bíligari enn vanliga billánið, og tað fer at bera til at læna upp til 300.000 krónur. Upphæddir omanfyri 300.000 krónur fara at fylgja rentuni á vanliga billáninum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder