Í dag boðar BankNordik frá, at innlánsrentan hjá privatkundum eisini verður negativ frá mars mánað næsta ár, samstundis sum bústaðarlánsrentan lækkar niður í 2,75%.
- Vit høvdu vónað, at tað ikki fór at gerast neyðugt at seta negativa rentu á privat innlán. Útlit eru tó ikki fyri, at rentustøðið fer at hækka fyribils, og tí hava vit tikið avgerð um at tillaga okkara rentur, so tær í størri mun samsvara við marknaðargongdina, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í bankanum.
Les eisini: BankNordik lækkar rentuna á bústaðarlánum og privatum innlánum
Umframt hesar broytingar, verður eisini boðað frá, at bankin hevur sagt fleiri fólk úr starvi orsakað av broytingunum.
Neyðugt er at spara 25 fólk, og tí eru tíggju fólk sagt úr starvi, umframt at fleiri størv, sum fólk eru farin úr, verða niðurløgd, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald