Mentan

BankNordik-savnið hevur ognað sær tríggjar Olsen-málningar

Torbjørn Olsen er ein framúr koloristur – tað bera hesir málningarnir prógv um

2022-03-03 09:59 Author image
Innsent
placeholder

BankNordik-savnið hevur ognað sær tríggjar nýggjar málningar eftir listamannin Torbjørn Olsen. Tað er fimm ára avtalan millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og Pf. BankNordik um stuðul at keypa føroyska samtíðarlist, sum ger hetta møguligt.

Møguliga hevur ættin úr Haldarsvík havt ein leiklut á tann listarliga førningin, sum Torbjørn Olsen er ríkaður við. Í fólkateljingini í 1850 fyri Mikines er langomma S. J. Mikines; ”Susanne Joensdatter, F: 1814 fra Haldersvig, gift med Joen Joensen, F: 1804.” Susanne er ættarfólk hjá Torbirni Olsen, so hann og Olsen brøðurnir og fleiri í tí ættini hava og hava havt góð listarlig evni.

Sum ungur drongur arbeiddi hann nógv við at tekna og mála vatnlitsmyndir. Hann varð hildin til at tekna og mála av foreldrunum. Í teimum mongu summarfrítíðunum hjá abba og ommu á Bø í Haldarsvík fekk mammubeiggin, Johannes, sum sjálvur hevði listarligar gávur, stóra ávirkan á Torbjørn Olsen.

Sum so nógv onnur føroysk listafólk fór Torbjørn Olsen eisini eitt tíðarskeið til Keypmannahavnar fyri at nema sær útbúgving. Í tíðarskeiðinum 1972-74 gekk hann á tekniútbúgvingini hjá Robert Askov-Jensen á Ny Carlsberg Glypotekinum. Hann kom heimaftur 11 ár seinni við einum listarligum førningi, ávirkaður av øllum hann hevði sæð og nomið sær.

Torbjørn Olsen er fjøltáttaður listamaður; tematiskt málar hann føroysku náttúruna, býarmyndir, portrett, altartalvur og mangt annað. Hann er framúr koloristur, sum hesar tríggjar myndirnar, sum BankNordik-savnið hevur ognað sær, bera prógv um. Hann abstraherar í ein mun frá motivinum í málningunum og letur litirnar fáa høvuðsleiklutin, sum ger listana sera áhugaverda.

Torbjørn Olsen er ein hollur portrettmálari og sigst at vera ein tann besti í Norðurlondum. Eitt av høvuðsverkum hansara er portrettið av Rosu av Rógvu (1993), sum er framúr góð. Hann hevur eisini málað fleiri altartalvur í Danmark og í Føroyum. Altartalvan í Haldarsvík (1996) er eitt annað av høvuðsverkum hansara; temað er tann heilaga kvøldmáltíðin, sum er ein parafrasa yvir kvøldmáltíðarmyndina hjá Leonardo da Vinci.

Torbjørn Olsen hevur málað bæði uttandura og frá útsýninum úr atelieriunum, hann hevur búleikast í gjøgnum tíðina. Tað eru sera nógv týdningarmikil verk út yvir Vestaruvág frá tíðarskeiðinum, tá ið hann húsaðist í smiðjuni hjá Wenzel úti í Bakka. Nú eru myndirnar úr atelierinum í Eiriksgøtu yvir Havnina.

Verkini, sum BankNordik-savnið hevur ognað sær, eru øll málað í Eiriksgøtu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder