Mentan

BankNordik-savnið keypir fleiri listaverk

Hesaferð hevur ognað sær verk frá Jónu Rasmussen

Jóna Rasmussen

Jóna Rasmussen

2021-02-18 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

BankNordik-savnið hevur fyri aðru ferð keypt listaverk í sambandi við avtaluna millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og Pf. BankNordik um stuðul til keyp av nýggjari føroyskari list.

Hesaferð keypti BankNordik-savnið eina røð av listaverk av listakonuni Jónu Rasmussen.

Jóna Rasmussen er fødd í 1946, og er ein sera fjølbroytt listakona, sum arbeiðir bæði sum listamálari og grafikari.

Rithøvundurin og listfrøðingurin Eva Furseth greinar listina hjá Jónu Rasmussen soleiðis:

“Tað ekspressiva í verkunum rennur saman við ein fínligan sans fyri tí einfalda og nærum minimalistiska. Myndaevnini verða skorin inn á bein, samstundis sum hon varðar um tað sansaliga og ábendandi. Júst samspælið millum teir ætlandi pólarnar gevur eina huglagsmettaða uppliving. Jóna Rasmussen hevur frá fyrstantíð havt eina serstaka myndasøgn og verið eitt av listafólkunum, sum settu fyridømi í føroyskari list.”

Keyptu málningarnir eru tveir á 120x80 sentimetrar við heitinum “Lygna” og trý samanhoyrandi verk á 80x80 sentimetrar, kallað “Kvirra”.

Í fjørsummar varð gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og Pf. BankNordik um stuðul til keyp av nýggjari føroyskari list. BankNordik letur í avtalutíðarskeiðnum 2020-2024 savninum eina árliga stuðulsjáttan á 150.000 at keypa list fyri.

Fyrstu listakeypini vórðu gjørd í desember, tá grunnurin keypti tveir málningar frá listamanninum Ankeri Mortensen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder