Nú er ikki longur loyvt at sessast á kendu Spansku Trappuni í Rom fyri at sita og njóta lívið í italska høvuðsstaðnum.
Í gjár setti býarstýrið í Rom í gildi forboð fyri at sessast á einum av teimum 135 trappustigunum á marmortrappuni, sum stendur á listanum hjá ST yvir heimsarv. Brot á forboðið gevur sekt á 400 evrur, skrivar nrk.no.
Tað er eisini bannað at draga kuffert ella taskur á hjólum eftir søguligi trappuni. Heldur ikki er longur loyvi at baða, hvørki føtur ella kropp, í brunninum undir trappuni.
Longu í 2012 samtykti býarstýrið í Roma eitt forboð móti at sita og eta pitsa, ís, tvíflís ella annan mat við serligu støðini í søguliga býarpartinum, Centro Storico, eitt nú Sponsku Trappuni, Piazza Navona og Pantheon.
Trappan millum Piazza di Spagna og Piazza Trinità dei Monti omanfyri, har Trinità dei Monti-kirkjan stendur, varð bygd millum 1723 og 1725 og tað var franski diplomaturin, Stefano Goeffier, sum fíggjaði. Spanska heitið kom orsaka av, at Spania júst hevði fingið sína fyrstu umboðsstovu í Rom beint við.
Blaðið La Repubblica skrivar, at nógv ferðafólk hava mótmælt avgerðini, sum tey halda vera órímiliga, men tey fylgja kortini ávísingunum frá løgregluni.
Italienarar eru ójavnir á máli um avgerðina.
- Trappan er eitt listaverk, og ein setur seg ikki á eitt listaverk, sigur mótasniðgevin, Gianni Battistoni, sum hevur handil sín tætt við.
- Tað er í lagið at banna at etið verður á trappuni, men at ein ikki kann sita har, er burtur úr vón og viti, næstan fasistiskt, sigur mentanarpolitikarin Vittorio Sgarbi við La Repubblica.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald