Mikukvøldið 24. mars fer Filmsfelagið at vísa týska stórfilmin “Die Blechtrommel”, sum Volker Schlöndorff gjørdi í 1979 eftir samnevndu søguni hjá Günter Grass frá 1959.
Søgan er um drongin Oskar, sum noktar at blíva vaksin, men fær aðrar eginleikar, ið greitt benda á eina uppgerð við Nazitýskland.
Týski filmsklassikarin vann bæði Gyltu Pálmarnar og Oscarvirðislønina í 1979. Í Danmark vann filmurin Bodilvirðislønina fyri besta film, sum ikki var amerikanskur í 1980.
Tá Die Blechtrommel hevði verið vístur í danska sjónvarpinum undir heitinum Bliktrommen, og sum vant kom við luftposti á bandi til føroyska sjónvarpið, noktaði sjónvarpsnevndin at hesin skakandi filmur skuldi vísast føroyingum í almenna sjónvarpinum, sum varð stovnað í 1984.
Nú fer Filmsfelagið at vísa Bliktrommen í nýggjum talgildum eintaki frá Another World Entertainment. Samstundis fer Filmsfelagið at gera sum fyrr. Í miðjum filmi verður steðgur, so fólk kunnu skifta orð við síðukvinnuna ella -mannin um filmin, ella bara strekkja beinini og fara niður í kioskina.
Orsøkin til at Filmsfelagið undir koronastongsilinum hevur valt júst henda film meðan vit bíða, er at nýrestaureraða týska meistaraverkið stendur bjartari enn nakrantíð á stóra løriftinum.
Die Blechtrommel sigur søguna úr sjónarhorninum hjá Oskar Metzerath. Hann veksur upp millum krígsrædd fólk í bumbusoraða býnum Danzig/Gdansk. Trý ára gamal fær hann eina blikktrummu í føðingardagsgávu, og noktar at vaksa, hóast hann eldist. Tá han sær nazistarnar masjera, fer hann at sláa á trummu, og verður hann bangin, fer hann at skríggja, so gløsini brotna. Die Blechtrommel er ein bæði hugtakandi og ræðandi myndagerð av kríggi, sædd úr sjónarhorninum hjá einum barni.
Týski filmurin Die Blechtrommel er 164 minuttir til longdar, verður sýndur við donskum undirteksti og heitinum Bliktrommen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald