795 undirskriftir er tað, sum Føroyaflokkurin er komin upp á. Tað sigur stovnarin Hjalmar Zachariassen í kvøld.
Mannagongdin er tann, at allar undirskriftirnar skulu góðkennast hjá kommunum og verða síðani latnar Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Enn eru bara 400 latnar kommunum og góðkendar. Roknast kann við at ein partur av ndirskriftunum ikki verða góðkendar, so Hjalmar Zachariassen væntar at savna einar 30 undirskriftir afturat. Hetta er ætlanin at gera um vikuskiftið.
800 góðkendar undirskriftir skulu til fyri at stilla upp til løgtingsvalið.
Minni skrivstovuveldi, lægri skatt og meira frælsi er tað sum, Føroyaflokkurin hevur sett sær sum mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald