Innanlands

Bara tíggju prosent hava skuld omanfyri tvær milliónir

Sethúsaeigarar eru ivaleyst kroystir fíggjarliga av høgu prís- og rentuhækkingunum seinastu tíðina, men teir raðfesta framvegis at gjalda niður skuld

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-31 17:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsbanki Føroya: Føroya Váðaráð hevur hildið tjúgunda fundin og metir framvegis, at  tekin ikki eru um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Sethúsaeigarar eru ivaleyst kroystir fíggjarliga av høgu prís- og rentuhækkingunum seinastu tíðina, men teir raðfesta framvegis at gjalda niður skuld. Støðan í føroyska búskapinum er góð, men høgu renturnar kunnu fara at ávirka sethúsaprísirnar, ið eins og í øðrum londum, hava stóran týdning fyri bjartskygnið hjá húsarhaldunum og harvið privatu nýtsluna, sum í seinasta enda ávirkar búskapin.

Meginparturin av føroysku húsarhaldunum, ið hava skuld, skylda minni enn 2 mió. kr., meðan umleið 10% hava eina skuld omanfyri 2 mió. kr. Húsarhald, ið hava skuld omanfyri 2 mió. kr. og samstundis skylda meir enn 3 ferðir teirra árligu inntøku, eru í miðal 27,8 ára gomul. Hóast sethúsaeigarar sannlíkt eru kroystir fíggjarliga av høgu prís- og rentuhækkingunum seinastu tíðina, raðfesta teir framvegis at gjalda skuld niður; í januar 2023 var 95% av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum lán við avdráttum. Samstundis var 87% av samlaðu skuldini hjá húsarhaldunum við broytiligari rentu, og tað merkir, at rentuhækkingarnar ávirka lánsgjøldini hjá allarflestu húsarhaldum. Hvussu nógv rentuhækkingarnar minka um tøkupeningin eftir at útreiðslur til rentur og avdráttir eru goldnar, valdast støddina av skuldini, og hvussu hart fyrispent einstaka húsarhaldið er fíggjarliga.     

Støðan er enn góð í føroyska búskapinum og tað eru í løtuni ikki tekin um afturgongd, tí búskaparligu lyklatølinini, so sum útflutningur, arbeiðsvirkni, arbeiðsloysi og lønargjaldingar, eru framvegis jalig. Hækkaðu renturnar kunnu tó fara at ávirka prísirnar á bústaðarmarknaðinum, sum eins í mongum øðrum londum, hava stóran týdning fyri bjartskygnið og privatu nýtsluna hjá húsarhaldunum, sum í seinasta enda ávirkar búskapin. Sethúsaprísirnir eru í fleiri ár á rað hækkaðir skjótari enn inntøkurnar, og í 2022 vóru sethúsaprísirnir eisini hægri í miðal, enn í 2021, men stóru rentuhækkingarnar seinastu tíðina kunnu elva til eina virðisjavnan av sethúsaprísunum. Lækkandi sethúsaprísir eru ikki ein trupulleiki í sjálvum sær, uttan so at teir føra til tap í føroysku bankunum, ella elvir til eina stóra lækking í nýtsluni hjá húsarhaldunum, men flestu húsarhaldini eru sambært bankunum fíggjarliga væl fyri; tey gjalda skuld niður og biðja ikki í størri mun enn vanligt, um skáar, og eftirstøðurnar eru ikki fleiri, enn vanligt.  

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum hevur verið veksandi síðani miðjan 2022 og var hann 4,6% í januar 2023. Útlánsvøksturin stavar í løtuni frá útlánum til privatar fyritøkur og húsarhald. Samstundis er vøksturin í útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysku húsarhaldini lækkaður, og tað kann skyldast, at húsarhaldini, vegna lutfalsligu stóru rentuhækkingunum á fastrentaðum realkredittlánum, heldur velja at læna í føroysku bankunum. Privatu fyritøkurnar, sum hava økt um lántøkuna í føroysku bankunum síðani miðjan 2022, er fyritøkum millum annað innan fastogn, fiskivinnu, framleiðslu og el. Útlánsvøksturin frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var tilsamans 3,1% í januar 2023. Samstundis eru innlánini í føroysku bankunum økt frá vinnuni, meðan húsarhaldini ikki hava økt stórvegis um síni innlán. Hetta kann vera komið av prís- og rentuhækkingunum seinastu tíðina, ið møguliga hevur gjørt tað neyðugt hjá summum húsarhaldum at nýta burturav uppsparingini ella at seta minni av peningi á konto.

Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men heldur framvegis eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder