Innanlands

Bara tvey positiv eftir

Eingin er innlagdur við covid-19

2020-11-24 11:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein persónur er staðfestur frískur aftur síðani í gjár, og eingin er staðfestur positivur. Sostatt er talið á positivum tilburðum í Føroyum í løtuni komið niður á tvey.

Tilsamans 500 fólk hava fingið staðfest positiv við covid-19 meðan 498 persónar eru blivin staðfest frísk aftur.

570 kanningar vórðu gjørdar, og síðani í vár eru 165.364 koronakanningar gjørdar.

Í løtuni eru 10 persónar í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur á sjúkrahúsi fyri covid-19.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder