Innanlands

Barbara nýggj forkvinna í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag

Lokalfelagið hjá Javnaðarflokkinum hevði aðalfund 18. februar

(Mynd: Suðurstreymoyar Javnaðarfelag)

(Mynd: Suðurstreymoyar Javnaðarfelag)

2026-02-20 07:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur fingið nýggja nevnd eftir aðalfundin 18. februar.

Fleiri nýggj andlit eru komin í nevndina, sum telur níggju fólk.

– Nýggja nevndin er longu farin til verka, og vit gleða okkum at arbeiða fyri einum frælsari, javnari og samhaldsfastari samfelagi, skrivar Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í tíðindaskrivi.

Nýggja nevndin sær soleiðis út:

  • Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna
  • Bente Kjær, næstforkvinna
  • Ingilín D. Strøm, skrivari
  • Hans Jacob Thomsen, kassameistari
  • Barbara Djurhuus

Tiltakslimir eru:

  • John av Reyni
  • Marni Olsen
  • Regin Ejdesgaard
  • René Karbech Rasmussen
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder