Mentan

Bardagi ella dansur?

Sunnudagin verður dansiframsýningin KIll Your Darlings framførd uttanfyri Norðurlandahúsið í sambandi við Frítt Flog – Festivalur fyri børn og ung

2022-04-01 15:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ver ikki bangin, um tað sær út sum, at tað er bardagi uttanfyri Norðurlandahúsið sunnudagin. Tí teir báðir harrarnir, ið turna runt á parkeringsøkinum, berjast í veruleikanum ikki, sjálvt um tað sær ógvusligt út. Faktiskt dansa teir bara og eru partur av FRÍTT FLOG – Festivalinum fyri børn og ung.

Dansisýningin eitur Kill Your Darlings, og hon verður sýnd tríggjar ferðir sunnudagin. At byrja við er sýningin friðarlig. Teir báðir mennirnir tekna við kriti á parkeringsøkinum, lakka paradís og dansa, men so gerast rørslur teirra ógvusligari og ógvusligari, inntil alt endar í einum stórum ruðuleika, og tað sær út sum, at mennirnir eru farnir til hendurs.

Dansibólkurin er komin allan vegin úr Sveis, og hevur fyrr framført sýningina í m.a. Italia, Belgia, Ekvador, USA og Palestina.

Dansisýningin verður framførd sunnudagin 3. apríl, kl. 13, 14.30 og 16.

Um veðrið ikki hóskar seg til dans, fara dansararnir innum. Um so er, skalt tú ikki gerast bangin, um tað sær út sum, at tað er bardagi inni í Norðurlandahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder