2019-01-19 09:40
Tá klokkan var uml. 3 í nátt fekk løgreglan boð um, at bardagi var uttanfyri eitt dansistað í Havn.
Í løtuni er løgreglan í ferð við at kanna málið nærri, og tí ber ikki til at siga so nógv um tað, sigur vakthavandi á politistøðini.
Um onkur verður skuldsettur fyri harðskap ber ikki til at siga enn.
Annars hevur náttin verið stakfriðarlig. Løgreglan hevur koyrt onkur full fólk heim, men annars hevur einki annað mál verið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald