2026-03-28 09:20
Eitt sindur meira lív hevur verið í býnum í nátt enn tað vanliga er fríggjakvøld. Í øllum førum tá tað kemur til politimál.
Løgreglan var boðsend á eitt vertshús í Havn, har okkurt var sum líktist einum bardaga ella harðskapi við fleiri persónum sum vóru íblandaðir. Nú skal finnast útav hvussu tað hongur saman, og um skuldsetingar skulu vera fyri harðskap ella fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Eisini var nakað av roki í Klaksvík, har útlendingar vóru í býnum. Okkurt sum líktist herverki og kanska harðskapi var har. Hetta skal eisini kannast nærri í dag.
Og so var ein útlendingur tikin við á støðina í býarlívinum í Havn í nátt. Hann var fullur, og var tikin inn á støðina at sova.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald