Innanlands

Bárður á Steig Nielsen best lýdda forfólkið

Av forfólkunum verður tann hjá Sambandsflokkinum mettur at vera tann dugnaligasti og tann við størst trúvirði. Hann er beint eftir Beinir Johannesen í spurninginum um, hvør er mest fyrikomandi, vísir veljarakanning sum er gjørd fyri Portalin/FM1 og KvF

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-16 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sambandi við veljarakanningina, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin/FM1 og KvF hósdagin, vóru spurningar um, hvat veljarar halda um forfólkini í politisku flokkunum við.

Har varð spurt um, hvør hevur størst trúvirði, hvør er dugnaligasti politikkari, og hvønn veljarin metir vera mest fyrikomandi av forfólkunum.

Tey 700 spurdu skuldu velja trý av teimum sjey til hvønn spurning. Har var tann best umtókti Bárður á Steig Nielsen.

Royndi Sambandsformaðurin hevur stórt trúvirði, meta 62 prosent av veljarunum. Hann er eisini tann dugnaligasti politikkarin av forfólkinum, sambært 65 prosent av veljarunum. 

Tveir triðingar av teimum spurdu hava eisini vestmenningin í topp-trý av teimum mest fyrikomandi forfólkunum.

[object Object]Fólksins val: Bárður á Steig Nielsen vinnur á fleiri økjum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Her við "nei-hattinum": Teir tríggir mest fyrikomandi floksformenninir, sambært 700 veljarum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Har er Beinir Johannesen ovast. 69 prosent av teimum spurdu halda fólkafloksformannin vera tann mest fryntliga.

Pápabeiggi hansara liggur nummar trý í øllum trimum spurningum, Sirið Stenberg er rímiliga væl við, meðan forfólkini í teimum trimum minstu flokkunum liggja niðast. Har er Ruth Vang frægast fyri - Framsóknarkvinnan hevur 38 prosent undirtøku, í mun til at vera millum dugnaligastu forfólkini.

Sum heild halda veljarar sítt forfólk vera mest fyrikomandi/dugnaligast ella tað við størst trúvirði - tó við nøkrum frávikum. Millum annað halda veljarar hjá Miðflokkinum nógv av Beinir Johannesen og tey í Sjálvstýri tað sama - eisini um Bárð á Steig Nielsen. Ikki óvæntað peika nógv hjá Tjóðveldi ikki á Bárð, meðan tey hjá Sambandsflokkinum umvent ikki stuðla Sirið Stenberg.

Sí eisini: Video: - Onkuntíð veit eg ikki hví Bárður fer upp um morgnarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder