
Sambandsflokkurin hevur í dag landsfund á Hotel Hafnia. Millum punktini á skránni var val av formanni, og har var eingin ivi: Bárður á Steig Nielsen varð einmælt afturvaldur; eingin bjóðaði av.
Tað var sama støðu við næstformanssessinum. Helgi Abrahamsen hevur røkt hann, og tað heldur hann fram við. Heldur eingin stillaði upp ímóti honum.
Bárður á Steig Nielsen hevur sitið sum formaður í trý og eitt hávt ár. Hann tók við fyri Kaj Leo Holm Johannesen stutt eftir seinasta løgtingsval. 46-ára gamli vestmenningurin varð fyrstu ferð valdur inn á ting í 2002.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald