Innanlands

Bárður á Steig Nielsen nýggjur formaður í fíggjarnevndini

Ruth Vang misti í morgun sessin sum forkvinna í fíggjarnevndini

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd)

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd)

2019-01-25 10:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, er nú eisini formaður í fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin hevði fund í morgun, har formansval var á skránni, og har varð Ruth Vang feld sum forkvinna.

Tað veit Kringvarpið fyrrapartin.

Ruth Vang segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at hon ikki hevði vilja kallað inn til fund seinastu vikurnar, tí at støðan var so óviss, men at hon nú væntaði, at hon fór at verða feld.

Støðan uppstóð, tá Kristin Michelsen varð koyrdur úr tingbólkinum í Javnaðarflokkinum. Við hesum hevði samgongan ikki longur meirilutan í fíggjarnevndini, og tí tóku Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen og Bill Justinussen møguleikan, og heittu á Ruth Vang um at kallað til fund í fíggjarnevndini, har eina málið á skránni var formansval.

Við Kristin Michelsen við sær valdu Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen formannin í Sambandsflokkinum sum nýggjan formann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder