Innanlands

Bárður á Steig Nielsen: Samgongan er óarbeiðsfør

- Samgongan er ikki arbeiðsfør, og tí er eingin fundur í fíggjarnevndini

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-16 06:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hetta prógvar tað, at samgongan er ikki arbeiðsfør, og man leggur tingarbeiðið lamið, tí man at man ikki torir at kalla inn til fund, tí man ikki fær manna lið.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, næstformaður í fíggjarnevndini, og tingmaður fyri Sambandsflokkin, við Dag & viku í gjárkvøldið. Fundur skuldi vera í nevndini í síðstu viku, men av tí at Kristin Michelsen er blakaður úr Javnaðarflokkinum á tingi, hevur samgongan ikki meiriluta.

Fundurin varð avlýstur, og enn er eingin fundur settur á skrá.

Andstøðuumboðini í fíggjarnevndini vilja hava formansval á næsta fundi í fíggjarnevndini, sum er tann týdningarmiklasta nevndin á tingi.

- Samgongan noktar at kalla inn til fund í fíggjarnevndini, tí formansskapurin er uppá spæl, tí tey ikki hava meiriluta í nevndini longur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur, at hetta ávirkar álitið á skipanina millum fólk.

- At vit ikki fáa arbeitt, tí man ikki torir at kalla inn til fundar, ávirkar sjálvandi álitið á skipanina millum fólk, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Ruth Vang, sum hevur forkvinnusessin upp á spæl, sigur við Dag & viku, at hon dugir ikki at siga hvat verður gjørt, men at ein loysn má finnast skjótt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder