Bárður bíðar eftir Akseli

Javnaðarflokkurin var stóri vinnarin á løgtingsvalinum í gjár. Í kvøld er nývalda tingmanningin saman og viðger støðuna. Eftir fundir fer Aksel Johannesen at tosa við Bárð Nielsen

Enn situr hann sum løgmaður, men hann hevur lovað at leggja frá sær, um Sambandsflokkurin ikki sær út til at koma í samgongu. Í løtuni bíðar hann eftir at frætta frá Javnaðarflokkinum

Enn situr hann sum løgmaður, men hann hevur lovað at leggja frá sær, um Sambandsflokkurin ikki sær út til at koma í samgongu. Í løtuni bíðar hann eftir at frætta frá Javnaðarflokkinum

2022-12-09 19:21 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Løgtingsval var í gjár. Seinasta valskeiðið hevur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, verið løgmaður. Hann situr í sessinum, til hann annaðhvørt fer frá ella verður koyrdur frá. Hann hevur tó sagt, at hann ætlar sær at virða fólkaræðið og leggja frá sær, um tað vísir seg, at Sambandsflokkurin ikki sær út til at koma í samgongu.

Javnaðarflokkurin gjørdist stóri vinnarin við 27,5 prosentum av atvøðunum og 9 tingfólkum. Framsókn gjørdi eisini eitt gott val við 7,2 prosentum og trimum tingfólkum.

Í dag, dagin eftir løgtingsvalið, hevur fundarvirksemi verið í teimum politisku flokkunum, hóast at lítið og einki ítøkiligt hevur verið at frætta. M.a. er nývalda tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum verið saman og tosað um støðuna og møguleikarnar fyri samgongu.

Nú hevur Kringvarpið tosað við m.a. Bárð á Steig Nielsen, sum visti at siga, at hann bíðar eftir, hvat úrslitið verður av tí fundinum. Tá skulu Aksel og hann tosa um støðuna, og so tekur Bárður støðu til, um hann leggur frá sær ella ikki.

Ymsir møguleikar eru at gera meirilutasamgongu. Men serliga tveir møguleikar verða nevndir. Fyrst og fremst er tað gamla samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Hin møguleikin er Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder