Mentan

Bárður Jákupsson sýnir fram í Steinprenti

Framsýningin er frá klokkan 15 og 17 í morgin, leygardagin

2022-05-06 19:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin klokkan 15-17 verður ein framsýning í Steinprenti við vatnlitsmyndum og eini linoprentum hjá Bárði Jákupsson.  

Bárður er millum okkara mest kendu og royndu listafólkum. Fyri sítt týdningarmikla listarliga virksemi fekk hann ta stóru mentanarvirðislønina fyri nøkrum árum síðani. 

Bárður Jákupsson er fjølbroyttur og hevur umframt oljumálningar, vatnlitsmálningar og grafikk, eisini gjørt monumentalar prýðingar eins og hann hevur fingist við heilt smáar myndir og tekningar, myndprýtt barnabøkur, yrkingarsøvn og annað mangt. Í vatnlitsmyndunum glógva teir bjørtu spektrallitirnir í flótandi litstrokum á pappírinum – listamaðurin hevur stóran koloristiskan ans og dugir at brúka ljósið í pappírinum.

Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder