Innanlands

Bárður Joensen verjir sína ph.d hósdagin

Hetta gongur fyri seg á Danmarks Tekniske Universitet. Ritgerðin, sum Bárður hevur samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum um, snúr seg um havorku í Føroyum

Talan er um eina vinnu-ph.d.-verkætlan. Verjan í Lyngby verður hósdagin 20. apríl klokkan 13 (Mynd: setur.fo)

Talan er um eina vinnu-ph.d.-verkætlan. Verjan í Lyngby verður hósdagin 20. apríl klokkan 13 (Mynd: setur.fo)

2023-04-18 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 20. apríl klokkan 13 føroyska tíð verjir Bárður Joensen ph.d.-ritgerð sína við Danmarks Tekniske Universitet., Department of Civil & Mechanical Engineering.

Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá.

Ritgerðin kallast "Wave energy conversion in the Faroe Islands", og Bárður Joensen hevur arbeitt við granskingarverkætlanini á LBF og á DTU, har hann hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur. Eisini hevur hann samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.

- Talan er um eina vinnu-ph.d.-verkætlan, sum Granskingarráðið hevur stuðlað við fígging frá Minningargrunninum fyri Dánjal Niclasen.

Verjan verður á DTU í Lyngby í bygningi 303A, Auditorium 4 1. Eisini verður verjan stroymd á Zoom.

Høvuðsvegleiðari hevur verið Harry B. Bingham, professari. Hjávegleiðarar hava verið Bárdur A. Niclasen, lektari á Náttúruvísidnadeildini - seinni leiðari á Veðurstovu Føroya - og Jan Odmarsson, leiðandi verkfrøðingur á LBF.

Í metingarnevndini eru Yanlin Shao, lektari á DTU Construct, Claes Eskilsson, lektari á Aalborg Universitet, Guillaume Ducrozet, lektari á Ecole Centrale de Nantes í Fraklandi og formaður fyri verjuna er Robert Read, seniorgranskari á DTU Construct.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder