Innanlands

Bárður Kass nýggjur formaður í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag

Lokalfelagið hevur nýggja nevnd, og nógvar fyrireikingar skulu gerast til bæði valini sum standa fyri framman

Bárður Kass Nielsen og Kári P. Højgaard (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður Kass Nielsen og Kári P. Højgaard (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-28 21:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag helt fyri stuttum aðalfund, har nýggj nevnd bleiv vald. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Bárði Kass Nielsen sum nýggjum formanni.

Nýggja nevndin er hendan:
Bárður Kass Nielsen, formaður
Mannbjørn í Grund, næstformaður
Lasse Klein, nevndarlimur og kassameistari
Pól Jákup Poulsen, nevndarlimur og umboð í Landsnevnd
Andrias Jacobsen, nevndarlimur og varamaður í Landsnevndini
Tróndur Ellingsgaard, nevndarlimur

- Vit í nýggju nevndini gleða okkum til at fara til verka. Nógv er á skránni, tvey val standa fyri durum, og verður tískil fari í holt við beinanvegin at fara undir fyrireikingar til hesi valini, sigur Bárður Kass Nielsen, sigur nýggi formaðurin um uppgávuna.

Bárður Kass Nielsen er triði maðurin á listanum hjá Sjálvstýri í løgtinginum og er javnan varamaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder