
CEF-samgongan hevur nú tikið yvir í Tinganesi, og Aksel V. Johannesen hevur fingið handað lyklarnar frá undanfarna løgmanni Bárði á Steig Nielsen.
Tey nýggju landsstýrisfólkini vóru eisini tilnevnd og formliga sett í starv.
Fyri Javnaðarflokkin:
Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum
Fyri Tjóðveldi:
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum
Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum
Fyri Framsókn:
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógar- og innlendismálum.
Fleiri myndir um eina løtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald