Formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen og Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðharri, hava havt fund um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Danmark á heilsuøkinum.
Ellen Trane Nørby og Bárður S. Nielsen skiftu orð um ymisk viðurskifti, har ið Føroyar og Danmark kunnu samstarva enn betri. M.a. talaðu tey um at fáa eina nógv smidligari skipan viðvíkjandi sjúklingaviðgerð millum føroyska og danska heilsuverkið. Brúk er fyri einari smidligari skipan, so sjúklingar sleppa undan bíðitíð og skjótari fáa neyðuga viðgerð.
Heilsumálaráðharrin og Bárður S. Nielsen prátaðu eisini um møguleikan fyri at góðkenna ávísa heilivágsframleiðslu til útflutnings. Hetta kann verða byrjanin til at økja um framleiðsluna hjá Apoteksverkinum og røkka fleiri við hesum heilivági.
Tey bæði fegnaðust eisini eisini um nýggju skipanina, har ið føroysk læknalesandi hava fingið framíhjárætt til turnus í føroyska heilsuverkinum.
- Týdningarmest er at styrkja samstarvið millum Føroyar og Danmark á heilsuøkinum, so allir føroyingar kenna seg tryggar, tá ið teir fara av landinum til Danmarkar at fáa sær heilsubót, sigur Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald