- Vit halda at ríkisfelagsskapurin gevur føroyingum hópin av møgulleikum kring allan heim.
Tað segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, eftir tíðindafundin, sum flokkurin hevði fyrrapartin.
Eitt av málunum, sum fekk nógva rúmd á tíðindafundinum, var at flokkurin vil arbeiða fyri, at føroyingar fáa viðgerðartrygd. Í Danmark tryggjar viðgerðartrygdin, at danskarir, ið gerast sjúkir, fáa viðgerð innan 30 dagar. Hetta skal eisini verða galdandi fyri føroyingar.
- Vit vilja hava, at føroyingar eisini fáa eina viðgerðartrygd. Vit vilja fyrst og fremst styrkja um okkara heilsuverk, men har føroyska heilsuverkið ikki røkkur, eigur tað at vera ein sjálvfylgja, at fólk verða send uttanlands, serliga til Danmarkar, har vit hava eina langa søgu fyri samstarvi, greiðir formaðurin í Sambandsflokkinum frá.
Sum nú er, hava føroyingar viðgerðartrygd, um teir flyta til Danmarkar. Men umframt at Sambandsflokkurin fer at arbeiða fyri hesum í Føroyum, skulu føroyingar, sum ikki kunnu fáa viðgerð í Føroyum, fáa viðgerðina uttanlands.
- Mær vitandi koyrir samstarvið ímillum sjúkrahúsverkið í Føroyum og Danmark væl, soleiðis at sjúklingar koma í viðgerð beinavegin, um teir verða sendir niður. Og tað er tann avtalan, sum vit skulu tryggja við fólkatingsarbeiðinum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Sambandsflokkurin kunngjørdi 15 valevni til fólkatingsvalið á tíðindafundi fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)
Skulu hava størri ávirkan uttanríkispolitisk
Í 2005 var uttanríkispolitiska heimildarlógin samtykt í Føroyum. Lógin gevur ikki Føroyum heimild at umboða seg sjálvar í felagsskapum, har Danmark longu er umboðað. Hóast Bárður S. Nielsen ikki heldur, at tað var ein feilur at samtykkja lógina í 2005, skal lógin endurskoðast nú.
- Tað var ikki ein feilur, men vit gjørdu vart við tað fyri hinum samgonguflokkunum tá, at hetta fór at gerast ein spennitroyggja fyri okkum á uttanríkispolitiska pallinum. Nú er lógin komin at sínum mørkum, sigur Bárður Nielsen, sum heldur tíðina vera rætta at endurskoða lógina.
- Í dag hava vit fult ræði, tá tað kemur til tey viðurskifti, sum bara viðvíkja Føroyum við eitt nú handilsavtalum og fiskivinnuavtalum. Men nú mugu vit víðka heimildirnar, soleiðis at vit eisini kunnu gera avtalur á øðrum økjum, sigur Bárður S. Nielsen, sum vísur á, at heimastýrislógin altíð var minni avmarkandi.
- Heimastýrislógin varð víðkað tá tørvur var á tí. Men heimildarlógin var ein rammulóg fyri okkara heimildum. Vit vilja í samráðingum við donsku stjórnina endurskoða okkara heimildir, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Sambandsumboð fer ikki at arbeiða ímóti føroyskari stjórn
- Eg fari ikki at útnevna nakran til høvuðsvalevni. Eg stilli sjálvur upp, Edmund Joensen stillar upp, fyrrverandi løgmaður stillar upp, fyrrverandi vinnumálaráðharri og borgarstjórar stilla eisini upp, greiðir Bárður S. Nielsen frá. Men hann er greiður um, at eitt sambandsumboð skal arbeiða við einari føroyskari stjórn á fólkatingi, óansæð hvør situr í tí føroysku stjórnini.
Johan Dahl er eitt kent navn í føroyskum politikki, sum aftur bjóðar seg fram nú. (Mynd: Sverri Egholm)
- Sambandsflokkurin fer ikki at samstarva um beinleiðis loysing á fólkatingi, um ein stjórn í Føroyum ynskir tað. Tað skal avgreiðast í Føroyum. Men tá tað kemur til øll vanlig praktisk politisk mál, fara vit at samstarva við eina føroyska stjórn og verða viðvirkandi til at fáa tey framt á fólkatingi eisini, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Umboð fyri núverandi samgongu hava sagt, at tey ynskja at halda fram við somu samgongu. Men Tjóðveldi hevur longu boðað frá, at yvirtøkur og lækkan av blokkstuðlunum verður krav frá teimum í einari komandi samgongu. Fer eitt sambandsumboð á fólkatingi at arbeiða beinleiðis ímóti einari føroyskari stjórn, um hon ynskir at lækka ríkisveitingina?
- Tá tað kemur til felagsmál, skal fígging koma úr Danmark eisini. Men er tað ein meiriluti fyri at yvirtaka felagsmál, fer sambandsflokkurin at virða demokratiska viljan í Føroyum og ikki at arbeiða ímóti tí á fólkatingi, staðfestir formaðurin í Sambandsflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald