![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sambandsflokkurin gjørdi eitt sera gott val í Vestmanna. Framgongdin var 10,5 %, og atkvøður vórðu tiknar frá teimum stóru flokkunum og Framsókn.
Hetta er mest floksformanninum Bárði á Steig Nielsen at takka. Hann var ikki formaður í Sambandsflokkinum seinasta løgtingsval, tá Bárður fekk 161 atkvøður. Hesuferð fekk hann 212 atkvøður. Sambandsflokkurin stendur í løtuni til at fáa eina framgongd á 0,9 prosentstig.
Pauli Trónd Petersen er borgarstjóri í Vestmanna Kommunu. Hann fekk eina atkvøðu færri, men Tjóðveldi gekk 1,2 prosent aftur. Samalagt stendur Tjóðveldi eftir 46 valstøð at ganga 3 prosent aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald