Mentan

Barnabati skipar fyri superhetjutiltaki sunnudagin

Finn tíni superhetjuklæðir og kom við til Superbørn

2018-08-28 20:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Soleiðis ljóðar boðskapurin frá Barnabata, sum sunnudagin klokkan 14 skipar fyri tiltaki í høllini á Hálsi.

- Vit vilja síggja so nógv børn sum møguligt verða íklødd sum teirra superhetjur, sigur Sasho Bjartsson, fyrisipari av familju tiltakinum. 

Gyklarin Rógvi Dam fer at undirhalda. Kendir sangarar, sum Beinir Troest Rasmussen og Jens Marni Hansen, fara at syngja egin løg og barnasangir, og tónleikabólkurin Jassarnir framføra. Angelu og Hannibal koma eisini at undirhalda. Børnini fáa nógv fyri eyguni og oyrini. Eisini verða hoppiborgir á staðnum. 

Fyriskipararnir siga, at øll børn fáa ókeypis poppkorn, ís, vaflu, sunkist, og ballón.

Atgongumerki kostar 50 krónur, og vaksin ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder