2021-10-16 10:15
Í dag skipar Bókadeildin fyri bókaupplestri í Suðuroy.
Vár Berghamar Jacobsen fer at lesa úr bókunum hjá sær um Ludda og Lundisu. Upplestur verður kl. 11 í Miðlatúni í Vági og klokkan 13 í bókasavninum á Tvøroyri.
Í Vági fer Sámal Midjord at spæla nøkur løg til bókaframløguna, og á Tvøroyri verður tað Lív Næs, sum fer at spæla.
Bókadeildin verður til staðar, og eisini verður møguleiki at ogna sær bøkurnar, verður upplýst í tíðindaskrivi.
Tiltakið er til børn, sum eru umleið 3-6 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald