Í morgin, leygardagin 30. apríl, er barnadansistevna á skránni í ítrótttarhøllini á Eiði.
Uml. 300 luttakarar úr nærum øllum landinum koma til stevnuna, sum varar frá klokkan 10 til 15.
Tað er Dansifelagið á Látrinum, sum skipar fyri stevnuni í samstarvi við Sláið Ring.
Í vár varð aftur skipað fyri barnadansi á Látrinum, og undirtøkan var sera góð. Hetta sæst eisini aftur í tilmeldingini frá barnadansinum – 26 børn og 21 vaksin, skriva fyriskiparar sambært heimasíðuni hjá Eiðis kommunu.
Børnini hava kvøðið og lært seg fleiri sangir og kvæði. Á stevnuni koma tey at kvøða hesi og okkurt forkunnugt eisini. Børnini á Látrinum fara at skipa Øskudólgur og Sópingarkona, Nykursvísu og møguliga okkurt afturat.
Umframt kvøðing og dans, verður eisini skipað fyri útferð á Niðaru Fitjar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald