Innanlands

Barnafestivalurin á ferð

Rullandi pallurin hjá Norðurlandahúsinum kann í mai bjóða barnagørðum framførslur uttanfyri stovnin.

Av tí at Norðurlandahúsið noyddist at útseta Barnafestivalin til í heyst, verður møguleiki nú givin børnum at uppliva ein øðrvísi Barnafestival

Av tí at Norðurlandahúsið noyddist at útseta Barnafestivalin til í heyst, verður møguleiki nú givin børnum at uppliva ein øðrvísi Barnafestival

2020-04-22 19:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum kunnugt noyddust vit tíverri at útseta barnafestivalin til í heyst. Vit í Norðurlandahúsinum halda tó, at tað er alt ov leingi hjá børnum at bíða, so vit hava gjørt ein lítlan øðrvísi barnafestival, sum tit kunnu uppliva í tykkara nærumhvørvi.

Í døgunum 5-14 fer ein rullandi pallur runt í landinum, og av honum sleppa børnini at uppliva uttandurða framførslur, alt meðan vit og tit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.

Pallurin parkerar uttanfyri stovnin, og síðani verða framførslur á 20 minuttir við einum steðgi ímillum hvørja, so nøkur børn kunnu fara inn, og onnur koma út. Eftir ætlan eru framførslurnar ímillum kl. 10.00 og 15.00 hvønn dag.

Framførslurnar eru ætlaðar barnagarðsbørnum.

[object Object]

Tilmelding

Avmarkað er, hvussu nógv støð vit kunnu fara, so tað verður ”først til mølle”. Treytin fyri, at vit kunnu koma til tykkara er, at tit hava eitt øki uttanfyri barnagarðin, har pláss er fyri lastbilinum, sum pallurin er á, at parkera, og børnunum at standa og lurta í tryggari frástøðu.

Tað er ábyrgdin hjá barnagarðinum at tryggja, at tilmælini frá myndugleikunum viðvíkjandi stødd av bólkum o.s.fr verða hildin. Tað verður ein framførsla fyri hvønn bólk, sum meldast skal til – í mesta lagi 6 um dagin. Hetta skal upplýsast, tá meldað veðrur til_ 

  • Navn og staðseting av stovni
  • Kontakpersónur, telefonnr og teldupostur
  • Tal av framførslum / tal av bólkum – støddin av bólkum skal vera sambært tykkara corona tilmælum. Um tit t.d. hava 50 barnagarðsbørn og tað í mesta lagi kunnu vera 10 børn+námsfrøðingar saman, so skulu tit melda 5 bólkar til.
  • Hvar skal pallurin standa?
  • Eru nakrir dagar í tíðarskeiðnum, har tit IKKI kunnu taka ímóti pallinum?

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 29. apríl. Tá hon er farin, leggja vit ferðaætlanina til rættis og boð verður givin um, nær bussurin kemur, og hvør fer at framføra.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder