Mentan

Barnafilmsfestivalurin settur við einum braki

17. januar fer fer Barnafestivalurin av bakkastokki

2025-01-10 18:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú nærkast 17. januar, tá ið Barnafilmfestivalurin fer av bakkastokki. Byrjað verður klokkan 17 við einum stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum. Tá trína DJ Kingz á pallin, meðan KÆTI skipar fyri barnaundirhaldi og bjóðar poppkorn.

Ein hálvan tíma seinni letur Norðurlandshúsið dyrnar upp í stóru Høllini, har Oscar-tilnevndi animatiónsfilmurin Úlvafólk (en: Wolf Walkers) verður sýndur. Tað serstaka við sýningini er, at filmurin verður ljóðsettur við føroyskari talu samstundis, sum filmurin spælir. Hetta kallast eisini live-dubbing. Filmshúsið, sum er fyriskipari av Barnafilmfestivalinum, hevur lagt seg eftir, at allir filmarnir eru á føroyskum. Endamálið er fyrst og fremst at geva børnum eina góða filmsuppliving, men ætlanin er eisini at kveikja áhugan og forvitnið hjá børnum fyri filmi yvirhøvur – serstakliga filmum á føroyskum.

Vikuskiftið 18.-19. januar er skráin kjokkfull at verkstovum og filmsýningum til børn og allar barnsligar sálir. Í ár eru tiltøkini í Runavík, Klaksvík og Havn, og tætt samstarv hevur verið við stovnar í  kommununum, Løkshøll, Norðurlandshúsið, Varpið, Havnar bio, Kringvarp Føroyar og privatar veitarar.

Skráin fyri barnafilmfestivalin er nú almenn, men verður dagført so hvørt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder