Innanlands

Barnagarðurin tekur skap

Pláss verður fyri 104 børnum

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-01-16 14:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Byggingin av nýggja barnagarðinum í Trongisvági gongur væl. Stálkonstruktiónirnar verða nú settar upp og arbeiðið við límtræi verður eisini gjørt. Tað er MTV-Byggivirki, ið stendur fyri hesum arbeiðinum og sambært leiðaranum í Teknisku Deild hjá Tvøroyrar Kommunu, verður bygningurin liðugt reistur uml. mars í ár.

Herfyri varð sáttmáli undirskrivaður við Bærendsen Teknik í Trongisvági og fevnir hesin sáttmáli um el-, automatikk- og HVS-arbeiði.

Verandi barnagarðurin var tikin í nýtslu 21. mai 1990, og tá var verandi borgarstjórin við at taka avgerðina um bygging av barnagarði. Avgerðin um víðkanina varð tikin av sitandi býráði í 2017, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Í dag er ganga 52 børn í Mýrifípuni, og tá útbyggingin er liðug er rúm fyri 52 børnum afturat.

Útibarnagarðurin verður eisini í barnagarðinum, og fer at hava rúm fyri 20-35 børnum. Hann verður í 2 hæddum.

Stórur áhugi er at sleppa í barnagarð. 26 børn eru á bíðilistanum til vøggustovu og 12 børn eru á bíðilistanum til barnagarð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder