2018-12-21 08:46
Barnaskúlin í Fuglafirði stendur liðugur áðrenn 1. november 2020. Tað er greitt eftir at MT Højgaard, Victor á Lakjuni og Elcon skrivaðu undir uppá hetta í gjár.
Ólavur Larsen, formaður í mentanardeildini hjá Fuglafjarðar kommunu, skrivar soleiðis á Facebook:
- Í gjár kl 17.00 skrivaðu MT Højgaard, Victor á Lakjuni og Elcon undir uppá, at vit hava ein lidnan barnaskúla í Fuglafirði áðrenn 1. november 2020. Heildarverk hava gjørt eitt megnar arbeiði inntil víðari og eru lidnir við sín part komandi vár, so alt gongur eftir ætlan og tað kunnu vit bert gleðast um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald