Innanlands

Barrvørður sligin í høvdið

Ein maður er handtikin í sambandi við eitt harðskapsmál á einum skeinkistaði í Havn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-14 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður varð í nátt handtikin í sambandi við eitt harðskapsmál í høvuðsstaðnum.

Tað var beint eftir klokkan trý, at boðað varð frá, at ein maður hevði sligið ein barrvørð í høvdið á einum skeinkistaði í Havn.

Maðurin varð handtikin, og hann er framvegis í varðhaldi hjá løgregluni. Hann verður skuldsettur og avhoyrdur í morgun, og so verður hann leyslatin aftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Órættaði fór á sjúkrahús til kanningar, sum er vanlig mannagongd í sambandi við harðskapsmál, men sum skilst hevur hann tað gott og hevur ikki fingið stóran skaða, verður upplýst.

Málið verður kannað víðari. M.a. skulu fleiri avhoyringar gerast, og upptøkur eru eisini frá vakmyndatólum inni á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder