
- Tá man so letur seg í búnar, er ikki ein vandi fyri at fólk fara at flenna eftir tær?", spyr verturin í sendingini, og Bass Elvis svarar: "Tað leggi eg einki í, mær dámar væl at síggja fólk smílast, tá eg upptraðki".
Flest fólk munnu í farna árið hava sæð rørandi og lívsjáttandi sendingina í KVF, Bass Elvis og Jesus á Mallorka, um Jóannes Joensen úr Leirvík, sum hevur skizofreni og brúkar tónleikin sum styrk og heilivág.
Jú, sanniliga gleða vit okkum at uppliva hin fólkakæra og festliga Bass Elvis á G! 2025.
Vanliga avdúka vit hvønn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Føroyskt vika,- tí práta vit bert um føroysk nøvn og avdúka hvønn dag í vikuni enn eitt frálíkt føroyskt navn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald