Mentan

Bátafólkið savnast á Toftum leygardagin

Nógv spennandi er á skránni á ársins fyrsta bátafestivali. Eitt nú fer Kári Fossdalsá at upptraðka og um kvøldið verður dansur við Halli Joensen

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-05 08:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár eru nógv spennandi tiltøk tiltøk á ársins fyrsta bátafestivali, sum verður á Toftum leygardagin. Bæði kent og gott gamalt, men sjálvandi verða eisini nýggj tiltøk.

Bátafelagið á Toftum er eitt virkið felag, og bátafestivalurin er árliga hæddarpunktið hjá felagnum. Nú korona er farið framvið, er laga manni at skipa fyri einum spennandi og ikki koronaavmarkaðum festivali.

Talan er um 17. festival á Toftum seinastu 18 árini. Ein festivalur, sum plagar at vera væl vitjaður, og tað vænta og vóna fyrireikararnir eisini fer at vera galdandi í ár. Eins og undanfarnu árini verður festivalurin hildin fyrsta leygardag í mai, sum í ár fellur á tann 7. mai.

Nógvir bátar plaga at luttaka, eins og nógvir kampingvognar seta kósina móti Toftum hesar dagarnar. Kampingøkið við Toftagjógv letur upp longu í dag, eins og vitjandi bátar longu nú hava tryggjað sær pláss í bátahavnini.

Á sjálvum festivaldegnum leygardagin verður lagt til brots við, at bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 11. Hálvan tíma seinni verður byrjað at sigla út móti Toftum, har bátarnir plaga at koma móti havnalagnum um 13-tíðina.

[object Object]
Kári Fossdalsá verður at hoyra á Toftum leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði kring bátahylin og sjálvandi í tjaldinum á kaiøkinum.

Klokkan 13 er andlitsmáling á skránni, og um somu tíð skipa Kvinnufelagið og Tofta Talvfelag fyri kaffisølu og tombola í festivaltjaldinum.

Klokkan 13.30 heldur Janus Jensen vælkomurøðu í Oyrunum, og tá lata eisini hoppiborgir og annað upp á festivaløkinum. Eisini er suppan tá klár í tjaldinum, eins og harmonikurnar vera at hoyra har um somu tíð.

Klokkan 14 letur pylsuvognurin upp á festivaløkinum, og hálvan tíma seinna verður skattaveiða fyri børn.

Væl kendu búffarnir vera at fáa frá klokkan 15, og tá syngur Ólavur á Váli í tjaldinum. Klokkan 15.40 verður Høgni Lisberg at hoyra, og aftan á syngja La Santa menninir í tjaldinum.

Tónleikaskráin er víðfevnd, tí klokkan 16.40 verður Evi Tausen at hoyra í tjaldinum, og eini trýkorter seinni, klokkan 17.20, verður Marius Ziska at síggja á pallinum.

Klokkan 18 er mótasýning við Navia og Insito, og at enda tónleikaframførslurnar kemur nýkendi toftamaðurin X Factor-finalisturin Kári Fossdalsá á pallin at syngja.

Klokkan 19.45 verður eitt syngið-við-tiltak við Fuglafjarðar Harmonikufelag, har Doris og Jóanes leiða sangin.

Klokkan 23 verður dansur í tjaldinum, tá spælir Hallur Joensen Band til dans fram til umleið klokkan 04. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder