Innanlands

Bátahylurin inni á Oyrunum verður nú umvældur

Millum lítið og slett onki er gjørt við bátahylin í Vági tey síðstu mongu árini, men í framtíðini kunnu upp til 21 bátar liggja við nýggju armarnar

Forkvinnan í Havna- og vinnunevndini í býráðnum, Marin H. Gaardlykke, staðfestir, at tað er í tøkum tíma, at hetta verður gjørt (Mynd: vagur.fo)

Forkvinnan í Havna- og vinnunevndini í býráðnum, Marin H. Gaardlykke, staðfestir, at tað er í tøkum tíma, at hetta verður gjørt (Mynd: vagur.fo)

2023-06-14 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú verður farið undir at umvæla bátahylin inni á Oyrunum. Hetta kunnar Vágs kommuna um á heimasíðu sínari

- Hetta er eitt mál, ið jeg og býráðið hava arbeitt við at fáa við á fíggjarætlanina, og jeg havi spent hildið ondini áðrenn jeg vildi melda nakað út. Tí sjálvt um íløgur koma við á fíggjarætlanina, er ymiskt hvussu tað í síðsta enda verður raðfest, sigur Marin H. Gaardlykke.

Forkvinnan í Havna- og vinnunevndini í býráðnum staðfestir, at tað er í tøkum tíma, at hetta verður gjørt - millum lítið og slett onki er gjørt við bátahylin tey síðstu mongu árini.

Tekningarnar eru lidnar og góðkendar, og armar v.m er bílagt frá lokalum veitara, og arbeiðið er so smátt farið í gongd. Í fyrstu atløgu verða 22 armar gjørdir og koma hesir at liggja móti bryggjukantinum og liva við flóð og fjøru.

Sostatt kunnu upp til 21 bátar liggja við nýggju armarnar. Bátaplássini kunnu smalkast og breiðkast alt eftir støddini á bátunum og tí kann mongdin av bátum hækkast ella fækkast.

Umvælingararbeiðið er skipað soleiðis, at um tørvur er á fleiri bátaplássum, so ber til at leggja fleiri armar móti bryggjukantinum á norðursíðuni á bátahylinum, skrivar vagur.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder