Innanlands

Bátar hjá Brimli reka grindina

Í løtuni eru tveir bátar hjá grindini, sum er funnin út fyri Mykinesbygd

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-12 17:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri løtu síðani var grind funnin út fyri Mykinesbygd, og í løtuni liggja tveir smáir bátar hjá Brimli hjá grindini.

Grindin gongur eystur eftir, so verður hon hildin til, verður tað í Bø, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður, sum var á veg vestur, tá vit fingu orðið á hann fyri lítlari løtu síðani.

Boðini eru farin út, so helst eru fleiri bátar ávegis út, upplýsir sýslumaðurin. Grindin er í løtuni tveir fjórðingar út landi, og veðrið er gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder