Innanlands

Bátastevnan longu byrjað

Bátastevna er í Vestmanna um vikuskiftið, men longu í kvøld vóru tiltøk á skránni. Fleiri bátar eru komnir

Soleiðis sá út í Vestmanna seint seinnapartin (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Soleiðis sá út í Vestmanna seint seinnapartin (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2025-05-22 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bátastevnan í Vestmanna er um vikuskiftið, men sum vant varð longu byrjað í kvøld, hóskvøld.

Vestmenningar hava gjørt klárt seinastu dagarnar. Brúgvar eru settar upp til bátarnar og stórt tjald og stórur pallur eru sett upp.

Fleiri bátar eru longu komnir til Vestmannar og enn fleiri koma í morgin.

Veðrið hevur verið frálíkt í dag, og í morgin verður eisini heilt hampiligt veður. Leygardagin boða veðurstovurnar frá nakað av regni, men í løtuni siga forsagnirnar, at tað verður turt meðan bátarnir sigla inn seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder